
“Mín Facebook konto er hackað – hjálp!”
Álopini á profilum á sosialum miðlum er skjótt vaksandi. Kommunur og fyritøkur við stórum fylgjaraskara eru serliga útsett.
Øll eru á sosialum miðlum . Tað er á sosialum miðlum at tú sum persónur, fyritøka ella stovnur kanst lýsa og greiða frá tí góðu søguna um teg og títt arbeiðspláss.
Hetta hevur við sær, at fleiri og fleiri vilja lýsa á sosialum miðlum. Til hetta krevst at tú setur inn kortupplýsingar og aðrar viðkvæmar upplýsingar upp hjá Meta (sum eigur Facebook og Instagram). Hetta verður ofta gjørt umvegis tín egna facebook profili, hvar trygdin kanska ikki er nóg góð í forvegin. Flestu okkara hava stovnað Facebook-vanga fyri mongum árum síðani, og tí kunnu tað vera avoldaðar upplýsingar, sum t.d. eitt gamalt tlf nummar ella ein gamal teldupostur, sum ikki longur er til.
Um tín trygdaruppseting ikki er dagførd til nýggjastu krøvini kann hetta hava fleiri vandar við sær. Eyðsæð er, at tín Meta-konta er sárbær yvirfyri hackarum, sum duga at sníkja seg inn í tín facebook ella instagram vanga. Síðani kann hackarin fáa atgongd til títt gjaldskort og keypa lýsingar til frama til sín sjálvan. Eisini er stórur vandi fyri at tú missur atgongd til tína síðu, hvar tú hevur stríðst fyri at byggja ein fylgjaraskara upp, við fólki við áhuga fyri tær ella tína vøru.
Hetta er nakað vit tíverri síggja fleiri ferðir í Brúsá, og tað er tíverri ikki altíð at vit fáa loyst trupulleikan.
Vit hava arbeitt við fleiri fyritøkum nógv ár, hvar hetta hevur verið ein vaksandi trupulleiki. Men í ár upplivað vit, at trupulleikin er størri enn nakrantíð. Almennir stovnar, virkir og einstaklingar venda sær til okkum í neyð, orsakað av at teirra profilur er blivin hackaður.
Soleiðis kanst tú fáa eina tryggari vanga:
Her eru 3 góð ráð til tín ið ynskir ein tryggari vanga:
- Set upp 2-faktor autentikering umvegis Microsoft Authenticator (og ikki tlf nr.)
- Reglulig gjøgnumgongd av loyvum. Hygg eftir hvør hevur atgongd, og hald eyga við hesum regluliga.
- Ger loyniorð ið innihalda tøl og tekin. Ikki endurnýta loyniorð fleiri ferðir, og um neyðugt, kanst tú brúka 1Password til at halda skil á øllum tínum loyniorðum.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar, so kunnu vit greiða nærri frá.