Tíðindi

Fartelefonin hevur stóra ávirkan á okkara keypsmynstur

“Mobile devices will influence more than 40% of in-store sales by 2022” (= longu old news)

Fleiri føroyskir handlar kenna helst til, at ein kundi kemur inn, vísir telefonina fram og sigur: “Eg vil gjarna hava hesa vøruna. Hava tit hana inni?”

Eitt er, at netsøla vaksur í mun til samlaða handilssølu – onkrar metingar siga, at upp til 25-35% av samlaðari handilssølu er online. Men ein sterk handilsstrategi tekur støði í, at kundin er virkin á fleiri kanalum. Hetta verður eisini nevnt omnichannel retailing ella hybrid shopping  (um tú vilt google teg fram til meira info).

Ofta er støðan tann, at kundin leitar og kannar online og kemur síðan inn í handilin at keypa. Aðrar tíðir kemur kundin inn í handilin at hyggja og royna, og fer síðan online at leita eftir betri prísum – ella heim at hugsa seg um og bíleggja online seinni.

Vit flyta okkum altso ikki bara frá offline til online. Streymurin gongur báðar vegir. Hetta er eisini orsøkin til, at stórar, etableraðar handilsketur hava flutt seg meira online – men eisini at fyritøkur sum Amazon lata upp fysiskar handlar, showroom og aðrar mátar at møta kundum andlit-til-andlit.

Í eini kanning hjá NetSuite søgdu 42% av lutakarum – og 63% av Millennials – seg vilja rinda meira fyri eina vøru, um tey fingu eitt ‘personalized in-store experience’.

Vilt tú lesa meira um mobile commerce, kanst tú lúra eftir hesi greinini.

Ynskir tú ráðgeving? Send okkum eini boð á info@.