Shopify Nethandil
Kom í gongd við at selja á netinum! Vit byggja tín nethandil við einføldu og væl umtóktu skipanini Shopify, og hjálpa tær at marknaðarføra nethandilin, so íløgan er skjótt afturvunnin.
Fá eitt óbindandi tilboðEinføld nethandilsskipan full av hentleikum
Vit byggja nethandlar við Shopify – ein av heimsins mest útbreiddu skipanum til sølu á netinum. Við Shopify kemur tú skjótt í gongd, men ikki nokk við tí. Vit kunnu eisini hjálpa tær at marknaðarføra tín handil á netinum, so tú fært kundar inn í handilin og pengar í kassan.
Tín nethandil á Meta
Eisini ber til at knýta tín nethandil til tína Facebook síðu. Hetta merkir, at tú lættliga kanst frámerkja (tagga) vørur í uppsløgum, tú deilir á Facebook. Harafturat letur hetta upp fyri ymsum lýsingar-møguleikum á Facebook og Instagram. T.d. kanst tú vísa einum kunda, ið hugdi eftir eini barnabók lýsingar fyri aðrar barnabøkur (vørur úr sama vørubólki). Ella um eg havi keypt svimjibuksir, kanst tú vísa mær lýsingar við svimjibrillum (vørur úr relateraðum vørubólki).
Einføld nethandilsskipan full av hentleikum
Eitt er at gera ein nethandil – annað er at fáa fólk inn at keypa. Tí hava vit eisini sniðka saman ein marknaðarførslu-pakka, har vit taka okkum lýsingum og at fáa fólk inn í nethandilin í 6 mánaðir eftir tit hava latið upp. Hví 6 mánaðir? Summir nethandlar fáa luft undir veingirnar skjótt, men okkara royndir vísa eisini, at tað ofta tekur tíð at skapa eitt brand á netinum.