Skeið

Lær at gera Reels

Soleiðis fangar tú uppmerksemi hjá fólki á netinum

Melda til

Join this course, starting in 12 days

Hotel Hafnia

Tórshavn

6. februar

Kl. 08.30 - 14.30

kr. 3.495,-

u/mvg

20 pláss

Reels? Hvat skal eg brúka tað til?

Reels er í dag ein av teimum allarbestu og bíligastu formatunum, tú kanst brúka á Facebook og Instagram í dag fyri at røkka út til tín málbólk. Men tað eru fleiri sum als ikki kenna til hetta, ella vita hvussu hetta verður framleitt – men tað vilja vit hjálpa tær við.

Ynskir tú at blíva betri til at arbeiða kreativt við sosialum miðlum og spyrt tú tær sjálvum spurningar sum t.d.:

· Hvat er gott reel?
· Hvat í mínari fyritøku egnar seg til reel?
· Hvørji eru amboðini, og hvussu komi eg best í gongd?

So er hetta skeiðið til tín.

Tú ert umboð hjá fyritøku, stovni ella einstaklingur ið ynskir at økja um fylgjaraskaran.

Tað er avmarkað pláss, so tað er at skunda sær at melda til.

Undirvísari

Erla Rajani Ziskasen

Hey! Eg eiti Erla og eg eri fotografur. Eg havi lisið í London á Kingston School of Art. Eg havi eina bachelor útbúgving í Creative and Cultural Industries: Design Marketing, umframt eina masters útbúgving í Photography. Eg havi búð nógv uttanlanda - havi flutt til ymisk lond umleið 8 ferðir, tó til somu lond aftur nakrar ferðir. Eg eri fyri tað mesta uppvaksin í London og Chicago. Tá eg flutti til Føroyar sum 18 ára gomul, bleiv eg so hugtikin av náttúruni. Tað gjørdi so, at eg ynskti at fanga vøkru náttúruna við mínum myndatóli. Nógvir útlendskir fotografar komu eisini til Føroyar um hetta mundi at taka myndir fyri Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og ymiskar útlendskar fyritøkur. Og tað var soleiðis, at eg kom í samband við fleiri av teimum, og so koyrdi tað bara harfrá. Eg lærdi nógv av teimum og byrjaði at taka myndir meira seriøst. Eg tók so tað avgerð at fara á listaskúla og lesa innanfyri tað kreativa.

Aftaná 5 ára lestrartíð, eri eg nú vorðin lærari á Glasi, har eg undirvísi í myndlist og fotografi. Umframt hetta, arbeiði eg enn við myndatøku og geri social media fyri ymiskar fyritøkur. Tað er so fantastiskt og gevandi at liva eitt kreativt lív. Instagram var byrjanin uppá, hvar eg eri í dag - har fekk eg mín fyrsta kunda. Eg fekk eisini aðrar instagram brúkarar at standa fyri - fantastiskt! Tí vil eg gjarna læra tykkum, hvussu instagram kann gera tykkara dreym til veruleika. Alt ber til. Kom á skeið hjá mær og lær teg at vísa øðrum, hvussu spennandi tín fyritøka er.